Fyrsta bók í røðini um mannajagstraran.
Luka er fyltur 14 ár, og sjamanurin í býnum skal geva honum eitt lærupláss millum veiðimenninar. Men nakað sera óvæntað bíðar honum, sum ger, at hann ikki er væl sæddur í býnum.
Luka verður tveittur út á eina óhugnaliga veiðiferð, har hann noyðist at stríðast fyri lívinum og læra seg at hava tamarhald í sínum nýggju evnum.