Jess er 10 ára gamal. Hann trívist ikki saman við systrunum, tær eru so fjákutar.
Leslie flytur inn í grannahúsini, har Jess býr, og hon er heilt øðrvísi enn aðrar gentur. Hon lærir Jess at liva sítt egna lív. Í tí loyniliga landinum, Terabitiu, mennist vinalag teirra, og Jess verður broyttur og verður førur fyri at taka støðu sjálvur. Men so verður Leslie bádliga tikin frá honum ...