Ein gávueskja við klassisku søguni Hvar er Flekk? og einum snurliklúti, sum barnið kann hava í hondini, tá tað skal lurta eftir søguni og sova.
Í søguni Hvar er Flekk, sleppa børnini at leita eftir tí spælna hundahvølpinum aftan fyri klaffarnar á øllum síðunum.
Hvar man hann krógva seg?
Saman við bókini er ein bleytur klútur, sum børnini kunnu halda í og spæla við. Bók og snurliklútur eru pakkað niður í vakra eskju.