At finna uppá. At lúgva. Allatíðina. Men hon fekk ikki annað. Hon mintist einki frá barnaárunum.
Um Elisu, sum hevur tað trupult. Hini siga, at hon lýgur, men hon hevur einki annað val, tí hon minnist einki frá barnaárunum, og mammuna nyttar einki at spyrja.
Nógv temu eru í skaldsøguni: saknur, svik og skuldarkensla.
Søgugongdin er uttaná næstan sum eitt ævintýr: at fara til eini manntóm hús at leita eftir svørum um fortíðina.
Álvarin í søguni gerst átrokandi, og avdúkingarnar eru skakandi lesnaður.
Bókin er um eina ferð aftur til barnaheimið at leita eftir sporum av lívinum og svarinum uppá, hví hon einki minnist.