Onnur bókin um Alva og Viggo, sum noyðast at steðga óndskapinum í Mariefred
Eitt beist herjar um næturnar í Mariefred og loypur á fólk í býnum. Beiggjarnir Viggo og Alvi mugu steðga tí, áðrenn fleiri verða skadd. Men hvussu skalt tú berjast móti einum slíkum beisti? Teir leita sum ørir í bókasavninum eftir ráðum um, hvussu teir kunnu basa ódjórinum.