Tað er summar, og Símun er við foreldrunum og vinkonuni Tóru í summarhúsi á einari lítlari oyggj.
Um náttina verða tey vakt av ræðuligum ljóðum, ella eru tað skríggj?
Á veg oman á sandin um morgunin hoyra tey knurr og skav millum runnarnar.
Gamla grannakonan sigur, at tað spøkir á oynni. Hesum ivast Tóra og Símun í, men óhugnaligt er tað.
Nú tey bæði eru vorðin forvitin av hesi óloystu gátuni, skal hvør steinur vendast.