Eitt løgið skip er ein psykologiskur sorgarleikur um dreingin Elo, sum søkir sær samveru við eitt húski, sum júst er flutt hagar, Elo býr
Regndropar falla við viðbreknum smellum. Við eini feiandi rørslu tekur Elo skipið fram aftan bak og rættir tað upp móti Súsannu.
- Halt kipp, altso! Súsanna fer eitt fet aftur eftir hæli og hevur aðra hondina fyri bringuna.
Gráir regnblettir breiða seg á tí hvíta seglinum.
- Hetta hevur tú ikki sjálvur gjørt, ha? Súsanna hyggur tortrúgvin at Elo.
- Alt sum tað er. Stoltleikin bukar í kroppinum.
Hon ristir á høvdinum.
- Tað er heilt ótrúliga vakurt, Elo!