Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Og mamma!

    Elin á Rógvi

    Ein sera skemtilig søga um ein hana í smekkubuksum og ein abba

    Omma er farin í song, og hon er fúkandi ill við meg, tí tú hevur oyðilagt henni troyggjuna í vaskimasinuni. So tú vekir hana IKKI,' segði abbin, og nú var fremstifingur beint við nevið á Morgunfríða.
    'Hasin hundurin hjá tær er ikki ov klókur. Hann hevur ikki hønuvit og mamma.'
    'Er mamma tín eisini tollut?' spurdi abbin.
    'Tað er ótrúligt, so ofta tú skalt tosa um mammu mína, kennir tú hana og mamma?'
    'Nei, men tú sigur alla tíðina og mamma!' segði abbin.
    'Tað geri eg yvirhøvur ikki. Og mamma,' segði Morgunfríði og vendi høvdinum á skák, tá hann hugdi upp á abban. 'Men stuttligt at tú skuldi nevna hana akkurát nú og mamma, tí tað er kakkulárakódagur í dag.'

    Ein rúgva av misskiljingum, ein rúgva av hugflogi og ein sera skemtilig søga!

     

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2014
    • Elin á Rógvi
    • føroyskt
    • Marjun Reginsdóttir
    • skemt, hani, hugflog
    • 45
    • innbundin
    • 978-99972-0-075-4
Ein loysn frá Sendistovuni