Av og á er tað ófatiliga gott at siga tað, sum tað er. Tú mást bara hava styrki til at gera tað.
Beinta er forelskað í Dánjali. Flokkurin velur, at Sára, bestu vinkona Beintu, og Dánjal skulu fara á skeið saman. Ikki er tað lætt, tá besta vinkona tín fer at ferðast við tí, tú ert forelskað í. Í bókini skal vinarlagið teirra millum standa sína roynd.
Bláur krabbi