Fimta bókin um Úlv Lítla. Bøkurnar kunnu væl lesast hvør sær
Úlvur Lítli og Revaoyra noyðast at fara í Skúla Svartkappans á Friðingarøkinum. Teir skilja lítið av tí, teir læra, men gera av, at teir skulu læra seg Talandi Tekn teirra hvítu, tí tey bera longri enn ørvar. Svartkappi gevur báðum nýggj nøvn, men Úlvur Lítli og Revaoyra vita, at hetta fer ikki at broyta teir. Teir fara altíð at vera teir, teir eru.