Triðja bókin um Úlv Lítla. Bøkurnar kunnu tó lesast hvør sær
Úlvur Lítli og Revaoyra fara av stað at stríðast móti skrímslinum í Stóru Ánni. Til tess at Sólin og Hin Hægsti skulu vera við teimum, mála teir heilag tekin í andlitið. Í fyrstani er hetta bert spæl - men so koma teir fram á eitt ræðuliga óhugnaligt skepilsi við svørtum kroppi, einum eyga og fimm beinum. Teir eru komnir nærri vandamikla heimi teirra hvítu, enn teir gruna - og har kann alt henda ...