Onnur bókin um Úlv lítla. Bøkurnar kunnu lesast hvør sær
Úlvur Lítli má hava sterkt hjarta, tá ið bláfrakkarnir, hermenn teirra hvítu, nærkast tjaldbúðunum undir fjøllunum. Úlvur Lítli er sannførdur um, at ein ávís ætlan er við øllum, ið hendir, eisini tá ið fólk hansara hevur tað svárt. Tí sóknast hann eftir teknum frá fremsta hjálpara sínum millum djórini, einari stórari, svartari úlvstík. Revaoyra, besti vinur hansara, og ein stór grábjørn leiða hann at enda á rætta leið.