Ein gomul jólasøga eftir Astrid Lindgren í nýggjum hami
Tað er ein hugtakandi vetrarnátt. Ein sovorðin nátt, tá ið fólk krúpa saman í sínum smáu húsum og ikki lata eldin slokna á eldstaðnum. Hávetursnætur er myrkt og kalt, men vætturin er vakin, hyggur inn í hoyggjhús og fjós og smýgur sær kring húsini.
Vøkru orðini hjá Astrid Lindgren, løtt sum ein fólkavísa, bera dám av stórari virðing fyri lívinum og umsorgan fyri øllum livandi.