Um nakar heldur, at lívið í sjónum ikki er áhugavert og spennandi, so áttu tey at kaga í hesa spennandi bókina!
Lúr inn í heimin undir sjónum og uppliv og lær um dýr og plantur, ið har liva.
Í bókini fylgja vit lívinum á Føroya Sjósavni, har fleiri enn 100 ymisk dýrasløg úr føroyskum sjógvi eru at finna.
Aftast eru orðafrágreiðingar og leitorðalisti.
Bókin er bláur faktakrabbi
Uppgáva: Lívið á sjósavni