Inni hjá jólamannin er eitt verri skil. Har er alt í einum hurlivasi.
Jólamaðurin svevur tveyhundrað dagar um árið. Tá ið hann vaknar, er hann øgiliga svangur, men gakk, har er ongin matur í húsinum. Tíbetur koma reindjórini aftur av ferð í heitum londum og hava mat aftur við til hansara.