Hetta er seinasta bókin í røðini um unga drongin, sum hevur alt at vinna og einki at missa.
Í hesi søguni fáa vit alt at vita, sum liggur til grund fyri, hví Hvassi er vorðin, sum hann er vorðin, og hann er fúsur at satsa alt fyri rættvísis sakir, enntá at doyggja. Sum hann sigur á bakpermuni so er bara ein fíggindi eftir, og tað er hann sjálvur.
Allar bøkurnar í røðini um Hvassa fáast eisini sum e-bøkur.