Bókin Sirkulin var í uppskoti til Augustprísin. Hon er seld til yvir 20 lond og hevur fingið bæði Stóra lesaraprísin og bókmentaprísin frá bókabloggarum í 2012.
Engelsfors. Vakurt navn, tómligt stað. Mitt í ongum, umringaður av djúpum skógum, har fólk ofta villast og hvørva.
Eina nátt, tá ið mánin á gátuføran hátt verður litaður reyður, verða seks unga kvinnur førdar til eina viðarlund, har tað er oyðið og tómt.
Tær hava einki til felags. Tær vit ikki, hvussu tær eru komnar higar, ella hví tær eru her. Men uttan hvørja aðra koma tær ikki undan við lívinum.
Sirkulin er fyrsti partur í einum tríverki.