Katla og Stina og sjokulátatjóvarnir er sjálvstøðugt framhald av Húsini í súreplagarðinum og Katla og Stina kanna málið.
Nú er eitt sindur liðið, síðan Katla og Stina byrjaðu detektiv-stovuna Tær smáu bláu, og tær hava longu havt fleiri mál.
Í hesi fittu bókini síggja vinkonurnar onkran stjala sjokulátu, og serliga Stina verður kedd, tá ið hon sær, hvørjir tjóvarnir eru.
Bókin er krabbabók til fimta torleikastig.