Fyrra tekniraðshefti av tveimum um trøll
Uppi í oyðini leitar Sjúrður hvassi eftir horvna silvurnáminum hjá Christiani Fjórða.
Námið varð stongt fyri fýra hundrað árum síðan, og eingin hevur funnið tað aftur - einki menniskja, ið hvussu er.
Men hvør annar heldur til í náminum, er ikki gott at vita. Søgnin sigur, at trøllavættrar róku kongsins menn úr náminum.
Eitt er, ið hvussu er, vist. Tað, sum fekk kongsins menn at flýggja á sinni, er enn tann dag í dag uppi millum fjalla.
Enntá ein forherðingur sum Sjúrður Hvassi má lata sær lynda ...