Fyrsta bók av fýra í røðini Tann blái sigursteinurin
Í mánalýsinum sær hann ein øgiliga stóran skugga á luftini. Hann hoyrir suð av risa-vaksnum veingjum.
Nú sær hann, hvat tað er. Ein yvirvaksin dreki. Tað er Narno, tann reyði drekin, ið fær øll at ristast av bangilsi og at gera, sum Broto krevur. Hetta er fyrstu ferð, hann sær Narno, men hann hevur hoyrt ræðuligar søgur um hann.
Um drekin fær ferilin av honum, so er úti við Lino.
Hann trýstir seg inn at teimum hvøssu tornunum og má bíta tenninar saman fyri ikki at rópa av pínu.
Grønur krabbi