Eitt høvuðsverk hjá norska rithøvundanum, sum fyri stuttum varð heiðraður fyri at duga væl at skriva bøkur um list, sum eru viðkomandi fyri ung.
Frida fær at vita, at hon líður av eini álvarsamari eygnasjúku og ger av at flýggja frá øllum.
Við interrailbillett og lántum pengum fer hon avstað til Italia. Frida vil sleppa at síggja tað vakrasta í verðini – áðrenn tað er ov seint.
Í Firenze hittir hon listanørdin Jákup. Við honum fer hon at ferðast, og hann lærir hana at síggja við nýggjum eygum. Síggja listina, seg sjálva – og Jákup ...
Í bókini eru endurgivnir málningar eftir fremstu listafólk í heiminum, allir málningarnir hava krossfestingina sum myndevni.