Fyrsta barnabókin hjá P. O. Enquist Abbin og úlvarnir kom út á føroyskum í 2007. Hetta er onnur barnabókin hjá honum við somu persónum. Hon er eitt klassiskt ævintýr, væl egnað bæði sum upplestrarbók og at lesa sjálv.
Marcus hevur tríggjar stórar gávur: hann dugir at klappa við einari hond, at standa sum sýnisdukka og gráta í myrkri. Kanska fer hetta at koma væl við, tá ið hann og systkinabørnini Mina og Gabriel og tann ófatiliga djarvi hundurin Pelle koma í eina sera trupla støðu ovast uppi á Fjallinum við teimum trimum hellunum.
Ein sera spennandi bók um avleiðingarnar av at hava skrivað eina bók um triðja hellið.