Fjórða bókin í røðini um mumitrøllini í Mumidali
Søgan fer fram nakrar heitar dagar í juni. Eldgoysandi fjallið kvaklast við og Mumidalurin er hóttur av einari vatnflóð. Tá ið bara tað ovasta á Mumihúsinum er uppi yvir vatnskorpuni, noyðast tey at flýggja. Tey enda í einum leikhúsi, sum kemur flótandi framvið.
Í leikhúsinum býr rottan Emma, sum als ikki er væl við mumitrøllini, av tí at hon heldur tey vita alt ov lítið um sjónleik.