Herdis Solveig Tyrer

Herdis Solveig Tyrer (f. Jakobsen) er fødd og uppvaksin í Havn.
Hon hevur fingist við at tekna, síðan hon var smágenta. Herdis tók eitt skeið í list á Holbæk Kunsthøjskole í Danmark og var eisini í starvslæru á grafiska verkstaðnum Steinprenti í Tórshavn.
Hon hevur tikið BA í myndprýðing og animatión á Coventry University og býr nú í Southport í Onglandi.
Herdis var við í Várframsýningini á Listaskálanum í 2009 og hevði verk við í framsýningini 'Hvat er natúrligt?', sum felagsskapurin LGBT skipaði fyri í 2012.
Hon hevur arbeitt saman við øðrum listafólkum við spælinum Ori and the Blind Forest, sum vann BAFTA prísin í 2016 fyri Artistic Achievement.
Í løtuni arbeiðir hon sum tatovørur í Liverpool.

 

Myndprýðingar:

2007 Ein undarligur morgun í Míni jólabók
         Svim babba svim í Míni jólabók
         Tann rami gandur í Míni jólabók
         Gleðilig jól í Mín jólabók
2008 Vættrahúsið í Míni jólabók
2009 7 dagar í helviti (Rannvá Næs Hoydal)
         Jólini í nýggju húsunum í Míni jólabók
2010 Mín jólabók
2012 Mín jólabók
2013 Torkils døtur (Sólrún Michelsen)
         Eiturkoppaprinsessan (Ingun Christensen)
2014 Rani - ein nýggj byrjan (Ingun Christensen)
         Einaferð var tað ...
2015 Rani - Vár og vónir (Ingun Christensen)
         Mín jólabók
2016 Mín jólabók
         So normal og tó ikki (Birita Michelsen)

 

Umrøða:

Elin á Rógvi: Herdis Jakobsen. Mess 2. juni 2008
Herdis Jakobsen: Tak listina í álvara. Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum. 14. mars 2014

 


Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni