Edward Fuglø er listamaður, føddur í 1965 í Klaksvík og býr har. Hann er útbúgvin á Skolen for brugskunst í Keypmannahavn 1987-91.
Hann hevur sniðgivið fleiri pallar og búnar til sjónleik og film. Hann er væl kendur sum myndprýðari av frímerkjum og bókum og hevur eisini prýtt bygningar við listaverkum sínum m.a. komuhøllina á Landssjúkarahúsinum.
Hann hevur havt listaframsýningar í Føroyum, Danmark, Íslandi, Svøríki, Hetlandi, Noregi og Grønlandi.
Útgávur:
2002 Føroyar - Putlispælið
2007 Apollonia
2009 Janus er ein stjørna
2011 Vampýrella
2012 Kongur
Poetikus
2014 SimmSalaBimm
2015 Abbasa staratræ í Míni jólabók
2016 Frúgv í Míni Jólabók
2017 Gloria og Soria Moria
Ummæli/umrøða:
Helena Dam á Neystabø: Lat hugflogið reika. Sosialurin 14. desember 2007.
Samrøða í Kringvarpi Føroya um Simmsalabimm, 13. 10. 2014
Silja Aldudóttir: Tað ótrúliga ger innrás. Bókajól 2017. Sosialurin 15. november
Silja Aldudóttir: Tað ótrúliga ger innrás. Skúlablaðið 6/2017
Heiður:
1995 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
2001 Norðurlendsku barnabókavirðislønina fyri myndprýðingar.
2001 Í uppskoti til Robert-Prisen fyri bestu leikbúnasnið í Bye Bye Bluebird
2002 Annað pláss í Schönste Briefmarke Europas
2007 Apollonia tilnevnd Barna- og Ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins
Heimasíða: