Agnete Hentze Pitchotka er vaksin upp í Danmark við føroyskum pápa og hevur ferðast nógv í Føroyum sum barn. Hon hevur altíð hoyrt bæði fólkaævintýr og søgur frá fiskiskapi í Grønlandi. Oyggin hjá teimum horvnu er hennara fyrsta bók. Skarvaoyggjarnar eru Føroyar, soleiðis sum Agnete ímyndar sær, at her var í hálvtrýssunum, tá pápi hennara var barn her. Men fyri at sleppa at skriva frítt, gav hon Haraldi sínar egnu oyggjar og fylti tær við veruligum havnum, bygdum og søgnum, sum tó eru tillagaðar fyri at rigga til søguna.
Agnete býr í Týsklandi við manni og børnum.
Útgávur:
2024 Oyggin hjá teimum horvnu - Skarvaoyggjarnar 1