Kirsti Kristoffersen (f. 1986) er norskur rithøvundur búsitandi í Oslo. Hon hevur arbeitt sum journalistur og ritsjóri í blaðnum Julia, sum er til tannáringar. Seinastu árini hevur hon arbeitt við Marcus&Martinus og fleiri av størstu tannáringastjørnunum í Norra. Nú starvast hon sum manager í forlagnum Gyldendal.
Hon hevur skrivað tríverkið Stjørnucrush, Stjørnusjeikur og Stjørnuslatur, sum allar komu út í Norra í 2022. Fyrsta bókin kom á føroyskum í 2023, og hinar báðar eru á veg.
Umrøða:
Meet Kirsti Kristoffersen - Norwegian Literature Abroad