Bergrún Íris Sævarsdóttir

    Bergrún Íris Sævarsdóttir er fødd í 1985. Hon leyk prógv í listasøgu frá Háskola Íslands í 2009. 2012 leyk hon prógv frá Myndlístaskólanum í Reykjavík í tekning. Hon fór á summarskeið í at læra, hvussu barnabøkur verða gjørdar á Anglia Ruskin, Cambridge School of Arts.

    Fyrsta barnabókin, sum Bergrún skrivaði, var “Vinur minn, vindurin”, sum varð útgivin í 2014.

    Nógv tann elsti í flokkinum er hennara fyrstu skaldsøgu í fullara longd. Hon er partur av eini røð av trimum bókum. Onnur bók í røðini eitur Nógv tann elsti í loynifelagnum. Triðja bók í røðini, Nógv tann elsti nakrantíð, vann Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn útnorðurráðsins í 2020. Bókadeildin gevur alla røðina út.

     

    Útgávur:
    2022 Nógv tann elsti í flokkinum
    2022 Nógv tann elsti í loynifelagnum
    2022 Nógv tann elsti nakrantíð
     


    Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni