Elin Michelsen

    Elin Michelsen er fødd í 1973 í Havn og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan.
    Rimarúmið er fyrsta skaldsøgan hjá Elini, og fyrsta bókin í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til. Onnur bók í røðini, Vanvarði, kom í 2022, og triðja og seinasta bókin, Feigdarfræ, kom á vári 2024. Í 2024 fekk Elin Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 fyri tríverkið um Tóru.
     
     
    Útgávur:
    2024 Feigdarfræ - Tóra bók trý
    2022 Vanvarði - Tóra bók tvey
    2021 Rimarúmið - Tóra bók eitt
     
    Ummæli/umrøða:
     
    Heiður:
    2024 Vann Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs


    Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni