Adam O.

    Adam Oskar Fridal Illemann, vanliga nevndur Adam O., er føddur í Keypmannahavn í 1976.

    Mamma Adam arbeiddi á einum bókasavni, og sum barn var hann javnan við mammu síni til arbeiðis og las teknirøðir á bókasavninum. Hann fór sjálvur at tekna og teknaði í nógv ár satirutekningar. Í 2011 gav hann út sína fyrstu dystopisku teknirøð "Ruiner". 

    Í dag býr Adam O. við unnustuni og dóttrini tætt við Hvalsø á Sælandi. Umframt at vera rithøvundur teknar hann fyri blaðið Hus Forbi og hevur fyrilestrar og verkstovur fyri skúlaflokkum. 

     

    Útgávur:
    2021 Rustaði heimurin I - Flýggjanin úr Danmark
    2022 Rustaði heimurin II - Motorhjarta
    2022 Rustaði heimurin III - Ókrút
     
    Heiður:
    2020 Í uppskoti til Kulturministeriets børnebogspris fyri Rustaði heimurin I - Flýggjanin úr Danmark
    2020 Kulturministeriets Forfatterpris fyri Den rustne verden III - Ukrudt
    2020 Politikens Litteraturpris fyri tríverkið Rustaði heimurin
    2021 Í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsprísin fyri Den rustne verden, III - Ukrudt 


    Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni