Tórunn Karina Henriksen er fødd í 1975 og hevur útbúgving frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
Tórunn hevur havt áhuga at skriva, síðan hon var heilt ung. Í 2010 gav hon sína fyrstu skaldsøgu út á donskum, Månelyset viste vej, sum snýr seg um Leu, sum rýmir av landinum til stórbýin. Harumframt hevur hon havt nakrar stuttsøgur í Míni jólabók, og nýggjasta útgávan er ungdómsbókin, Loynigentan, frá 2021, sum m.a. viðger sálarsjúku og nethapping.
Skrivistílurin hjá Tórunn er ofta sosialrealistiskur, og hon lýsir hvussu menniskju hava tað í øllum samfelagsløgum.
Útgávur
2010: Skaldsøgan Månelyset viste vej.
Tey seinnu árini hevur Tórunn havt nakrar stuttsøgur við í Míni jólabók.
2021: Ungdómsskaldsøgan Loynigentan.
Umrøða:
Samrøða við Tórunn Karinu um Loynigentuna í Nón 19. jan. 2022