Mynd: Stefan Tell
David Sundin er svenskur skemtari, rithøvundur og programmleiðari.
Hann er føddur 23. mai 1976 og er uppvaksin í Gimo í Upplandi.
Hann er útbúgivn á miðlaskúlanum Grafiskt Utbildningscenter í Uppsala og byrjaði við at gera heimasíður. Hann hevur síðan arbeitt nógv við at skapa ymsar talgildar loysnir.
Síðan er hann vorðin sera kendur í Svøríki frá sjónvarpi og sum sjónleikari.
Fyrsta barnabókin, sum kom út í Svøríki í 2020, var Bókin, sum ikki vildi verða lisin.
Útgáva:
2021 Bókin, sum ikki vildi verða lisin
Heiður:
2020 Adlibris-priset