Lena Ollmark

    Lena Ollmark er svenskur rithøvundur, fødd í 1968 og uppvaksin á Munsö uttan fyri Stockholm.

    Hon hevur lisið filmsvísindi og idésøgu og starvast í dag sum journalistur og rithøvundur, ger filmshandrit umframt skrivar bøkur bæði til børn og vaksin.

    Lena Ollmark hevur stóran áhuga fyri spøkilsissøgum og hevur skrivað fleiri bøkur av tí slagnum. Bókin Ræðuliga søgan um Lítlu Hon var í uppskoti til Augustprísin, tá ið hon kom út í 2017. Hon hevur síðan skrivað Andstyggiliga søgan um lítla Hann, sum kemur á føroyskum seinni í ár, og Den fasansfulla sagan om Lilla Hen, sum kemur út í ár á svenskum.

     

    Útgáva:

    2021 Ræðuliga søgan um Lítlu Hon

     

    Heiður:

    2019 Í uppskoti til Norðurlendska barn- og ungdómsbókmentaprísin fyri Ræðuligu søguna um lítlu Hon

     

    Viðtal:

    Barnens bibliotek

     

    Heimasíða:

     


    Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni