Stian Hole

    Stian Hole er norskur rithøvundur, føddur 20. mars 1969. Hann býr í Oslo, er giftur og eigur trý børn. Hann er útbúgvin á Statens håndverks- og kunstindustriskole í Oslo og er grafiskur sniðgevi og myndprýðari.

    Sum sniðgevi hevur hann arbeitt nógv við at gera permur fyri onnur m.a. fyri rithøvundar sum Kjartan Fløgstad, Lars Saabye Christensen, Jostein Gaarder og Jan Guillou.

    Fyrsta bók hansara var Den gamle mannen og hvalen.

    Onnur bókin Summarið hjá Gudmundi hevur gjørt Stian Hole kendan uttan fyri Noreg. Hon hevur higartil fingið átta virðislønir og er fyrsta av trimum bókum um drongin Gudmund.

    Stian Hole er fyrsti norski rithøvundur, sum hevur fingið virðismetta Bologna Ragazzi Award .

     

    Útgávur:

    2011 Summarið hjá Gudmundi

    2012 Gøtan hjá Gudmundi

    2013 Loyndarmálið hjá Gudmundi

     

    Heiður:

    2006 Brageprísin fyri Summarið hjá Gudmundi

    2007 Kulturdepartementet bildebokpris fyri Summarið hjá Gudmundi

              Bologna Ragazzi Award fyri Summarið hjá Gudmundi

              Ársins vakrasta myndabók fyri Summarið hjá Gudmundi

    2008 Prix Sorciére (Frankaríki), ársins besta bók Summarið hjá Gudmundi

    2009 Noteable Children´s Book (USA) fyri Summarið hjá Gudmundi

              Ezra Jack Keats new Author Award (USA) fyri Summarið hjá Gudmundi

              Norðurlendska skúlabaarnavarðafelagsprísin

    2010 Deutscher Jugendlitteraturpreis fyri Summarið hjá Gudmundi

              Brageprisen fyri Loyndamálið hjá Gudmundi

     

    Ummæli:

    Nina Goge: Poetiske konstellasjoner. barnebokkritikk.no,  11. august 2006

    Mette Hofsødegaard: Sanseligt mesterverk. Aftenposten, 16. november 2006

    Silje Stavrum Norevik: Prisbelønt klippeteknikk. Bergens Tidende, 10. mars 2007

    Åsa Warnqvist: Starkt om liv och död. Svenska Dagbladet, 5. mai 2008

    Steffen Larsen. Pludselig sidste sommer. Politiken, 10. mai 2008

    Andreas Platthaus: Könnten Tanten fliegen. Frankfurter Allgemenin Zeitung , 12. mars 2009

     


    Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni