Sunniva Relling Berg er norskur rithøvundur, fødd í Ålesund 12. januar 1988. Hon hevur tikið útbúgving sum sivilinginørur. Meiningin var, at hon skuldi fara undir at sniðgeva borð og skrúvur og dustsúgvarar, men í staðin fór hon at skriva, og í 2010 flutti hon til Bergen og fór at ganga á Skrivekunstakademiet. Fyrsta bók hennara Utfor kom út í 2011 og var í uppskoti bæði til Brageprisen og Kulturdepartementets deputantpris.
Útgáva:
2021 Pólnátt
Heimasíða:
Umrøða:
Kor skriv du, Sunniva Relling Berg. NBU 6. november 2020