Lisa Aisato er norskur myndprýðari, rithøvundur og myndlistafólk, fødd í 1981. Hon hevur givið nógvar bøkur út og hevur myndprýtt hvørja viku fyri Dagbladet magasinet frá 2009 til 2020. Hon erkanska mest kend fyri sínar myndprýðingar í bókini Snjósystirin. Í bókini Lívið hevur hon savnað myndir frá teimum seinatu 12 árunum.
Útgáva:
Lívið – myndprýtt
Heiður:
2010 Í uppskoti til kritikaraprísin fyri barnabókina Odd er et egg.
2017 Filmurin odd er et egg valdur til besta animeraða stuttfilm á Tribeca filmfestivali
2018 Í uppskoti til Amandaprísin fyri stuttfilmin Odd er et egg
2018 Í uppskoti til Arks barnebokpris saman við Maja Lunde fyri Snjósystrina
2019 Í uppskoti til Bokbloggerprisen fyri Snjósystirna saman við Maja Lunde
2019 Skolebibliotekarforeningens litteraturpris
2019 Í uppskoti til Bokslukeprisen fyri Snjósystrina saman við Maja Lunde