Nicole Boyle Rødtnes er danskur rithøvundur, fødd í 1985 í Brønshøj og uppvaskin á Østerbro.
Henni dámdi at skriva heilt frá barnaárum, men helt tað var sera trupult at verða tikin í álvara hjá teimum stóru forløgunum, so í 2003 stovnaði hon saman við øðrum felagið HUF – Håbefulde Unge Forfattere, sum skuldi hjálpa ungum rithøvundum at sleppa fram at forløgunum og at fáa sítt tilfar útgivið.
Hon hevur gingið á Skriveskolen Hemingway og var í 2008 upptikin á Forfatterskolen for børnelitteratur, har hon gjørdist liðug í 2010, samstundis las hon danskt og samskifti og gjørdist liðug við tað í 2012.
Nicola býr á Amager og hevur skriviskeið og workshops fyri børn og ung, samstundis sum hon skrivar sínar egnu bøkur.
Útgáva:
2020 Fangaður í bjarnaklónum
Sombigarðurin. Deytt djór
2021 Álopin av áarrossinum