Mervi Maaria Lindman er finskur myndprýðari, fødd 5. apríl 1971 og vaks upp í Esbo, nær Helsingfors.
Mervi Lindman hevur tikið útbúgving á Konstindustriella högskolan í Helsingfors.
Mervi Lindman arbeiðir við mongum ymiskum myndastílum. Í barnabókum brúkar hon serliga akvarell og gouache, og henni dámar at brúka tussj til myndabøkur. Á tann hátt fær hon gjørt skemtingarsamar og lívligar myndir.
Hon myndprýddi bókina Soleiðis var eg til, sum Katerina Janouch skrivaði. Bókadeildin gav ta bókina út í 2006.
Útgávur:
2018 Bebbi er illur
Bebbi mussar
2021 Bebbi og fitta kroppaskinnið
Bebbi og potturin