Jan Lööf

    Jan Lööf er svenskur myndprýðari og rithøvundur, føddur 30. mai í 1940 í Trollhättan. Hann hevur gjørt myndabøkur yvir ævintýr og við søguligum motivum.
    Jan Lööf las list árini 1959-1964 og er kendur bæði fyri at gera teknirøðir og myndabøkur. Í Føroyum er hann kendur fyri myndabøkurnar Abbi er sjórænari og Søguna um blóðreyða súreplið, sum komu út fyrstu ferð í 1974 á Bókagarði.
    Í dag býr Jan Lööf mesta partin av árinum í Grikkalandi, men er viðhvørt heima í Stockholm.

    Útgávur:

    1988 Lummalyktin hjá Kára (pixibók)
    2013 Abbi er sjórænari
    2014 Abbi er sjórænari, 2. upplag
             Søgan um blóðreyða súreplið
    2018 Søgusavnið

     

    Heiður:

    1974 Expressens Heffaklump
    1977 Grand-Prix Bienála ilustrácií Bratislava
             Elsa Beskow-plaketten
    2011 Astrid Lindgren priset

     

     


    Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni