Eva Eriksson er svenskur myndprýðari og rithøvundur, fødd 13. mai 1949 í Halmstad.
Hon tók útbúgving sum teknilærari í Konstfack í Stockholm og sat í Svenska barnboksakademin frá 2003-12.
Eva Eriksson myndprýðir barnabøkur, og litirnir, hon brúkar, eru ofta bleikt grønir, brúnir, gulir og í hvítum frábrigdum.
Seinastu bøkurnar um gentuna Jónu hevur hon skrivað og myndprýtt saman við dóttrini Lisa Moroni.
Lisa Moroni er svenskur myndprýðari og rithøvundur, sum er fødd í 1983.
Tað var, tá ið hon gekk á barna- og ungdómsbókmentalinjuni á Fólkauniversitetinum í 2008, at hon av álvara fekk dirvi at skriva og geva út.
Útgávur:
Ummæli:
Line Harr Skagestad: Julia på kortreiste eventyr. barnebokkritikk.no 6. desember 2019