Jenny Kjærbo

    Jenny Kjærbo er fødd í 1976 og uppvaksin í Sumba. Hon er útbúgvin miðlagrafikari og hevur starvast innan grafisku vinnuna bæði í Danmark og í Føroyum. Jenny býr í Keypmannahavn, har hon starvast sum grafiskur sniðgevi hjá donsku fyritøkuni Stelton.

     

    Myndprýðingar:

    2013 Mín jólabók (Armgarð Arge)
    2014 Mín jólabók (Armgarð Arge)
    2015 Áh Óh
             Mín jólabók
    2016 Mín jólabók
    2018 Áh Óh Mánin
    2022 Lítla kráka samlar


    Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni