Í síðstu viku luttók Bókadeildin á Bókamessuni í Frankfurt. Bókamessan í Frankfurt er tann størsta í heiminum, og verður mett at vera tann týdningarmesta bókamessan fyri altjóða sambond millum forløg og rithøvundar.
Á bókamessuni skapar og røkir Bókadeildin sambond við útlendsk forløg. Tað er ofta her, Bókadeildin finnur tær barna- og ungdómsbøkur, sum verða týddar til føroyskt og útgivnar í Føroyum. Tað er eisini her, tað verður varpað ljós á føroysku bøkurnar, so útlendsk forløg kunnu geva tær út úti í heimi. FarLit hevur ein bás á messuni, har føroysku forløgini húsast og hava fundir.
Tað er altíð spennandi at vera við og hitta nógv áhugaverd fólk og síggja enn fleiri forvitnisligar bøkur. Eitt av hæddarpunktunum hjá Silju Aldudóttur, ritstjóri í BFL, var at vera boðin til døgurða við Jenny Jägerfeld saman við umboðum fyri øll forløgini, ið útgeva hennara bøkur.
Jenny Jägerfeld (f. 1974) er svenskur sálarfrøðingur og rithøvundur. Í 2010 fekk hon August-virðislønina fyri Her liggi eg og bløði, sum Bókadeildin gav út fyrr í ár. Jenny skrivar m.a. um evnini: sjálvmorð, sexualitet, ADHD og kynssamleika. Í desember gevur Bókadeildin Comedy Queen út. Enn ein stuttlig og álvarsom ungdómsbók hjá Jenny.