Bókaárið 2023

Eitt nýtt ár er byrjað, og vit fegnast um enn eitt gott bókaár hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2023 var sum vant merkt av spennandi og forkunnugum bókum og bókatiltøkum, bæði upprunaføroyskum og týddum. Vit á Bókadeildini vilja við hesum takka rithøvundum, týðarum, lesarum, limum og øllum samstarvsfeløgum fyri eitt gott ár!

 

Árið í stuttum

Bókadeildin gav út 83 bøkur í 2023. Av hesum vóru níggju upprunaføroyskar bøkur av ymsum slag. Til samans vóru 12 smábarnabøkur, 13 myndabøkur, 16 tekstbøkur til størri og smærri børn, 6 ungdómsbøkur, 2 grafiskar skaldsøgur til ung, ein jólabók og nýggj økt útgáva av Barnasálmabókini. Bókadeildin gav saman við Námi út 24 krabbabøkur og átta bøkur í krossfiskarøðini. Harumframt vóru sjey bløð av teimum báðum barnabløðunum STROK og Píka7 útgivin og seks útgávur av Skúlablaðnum.

 

Fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

Bókadeild Føroya Lærarafelags fekk í 2023 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Mína jólabók.

Í áratíggju hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags givið út jólabókina Mín jólabók. Ein bók til alla familjuna, sum flestu føroyingar og kanska serliga føroysk børn helst kenna. Og fyri hetta arbeiðið hevur Tórshavnar býráð valt at lata forlagnum ársins Barnamentanarheiðursløn. Brot úr grundgevingini ljóðar soleiðis:

Mín jólabók kann metast at vera krúnan á árligu føroysku barnabókaútgávuni, og er tí eitt gott val til Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

 

Bøkur frá Bókadeildini úti í heimi

Fleiri føroyskar barnabøkur vórðu týddar til onnur mál í 2023. Áh óh hjá Jenny Kjærbo kom út á jiddiskum og enskum, og Áh óh – mánin í somu røð kom út á ungarskum. Luddi og Lundisa hjá Vár Berghamar Jacobsen kom út í Makedonia og rættindini eru eisini seld til Frankaríkis og Estlands. Flata Kaninin hjá Bárði Oskarsson og Strikurnar hjá Dániali Hoydal, sum Annika Øyrabø hevur myndprýtt, komu út á estiskum. Træið og Ein hundur, ein ketta og ein mús hjá Bárði Oskarsson komu út á pólskum. Skrímslasótt hjá Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttur kom út í Japan. Rættindini til Ódjór hjá Silju Aldudóttur eru seld til Norra, Svøríkis og Estlands.

 

Bókadagar 2023

Aftur í ár var Norðurlandahúsið fult av fólki, sum samlast um alskin til bøkur og bókmentir! Bókadeildin hevði fleiri tiltøk á skránni m.a. fyrilestur og skriviverkstovu við norska barnabókarithøvundinum Arne Svingen, sum m.a. hevur skrivað Ein himmal fullur av skýggjum og brennur fyri at skriva bøkur, sum dreingir tíma at lesa. Harafturat skipaði Bókadeildin fyri skúlatiltøkum, søguløtum og hevði hugnaliga básin hjá Bókaklubbanum, har nýggjastu bøkurnar vóru til sølu.

 

Týðarar

Týddu bøkurnar úr farna árinum vóru týddar úr svenskum, norskum, donskum, enskum, týskum umframt frísiskum og hollendskum umvegis enskt.

Hesi týddu fyri Bókadeildina í 2023: Vagnur Streymoy, Niels Jákup Thomsen, Kristianna Poulsen, Ása H. Ellefsen, Silja Aldudóttir, Tórarinn Niclasen á Rípuni, Bergur Rasmussen, Tórhallur við Gil, Sanna A. Dahl, Marna Jacobsen, Elsa Birgitta P. Petersen, Jóhanna Heðinsdóttir Wolles, Hildigunn Niclasen, Pauli Hansen, Birna Gaard, Ólavur Egholm, Sigurlaug Fossdal, Hjørdis Heindriksdóttir, Eyð Steinbjørnsdóttir, Turið Kjølbro, Julia Rutt Petersen, Bára Svabo Persson, Inga Dánjalsdóttir Remmel, Guðrun Gaard, Jens Petur Gaard, Jónas Tórmóðarson, Ingun Háberg, Sjúrður Gullbein og Beinir Bergsson.

 

Upprunaføroyskar bøkur

Níggju upprunaføroyskar bøkur komu út í 2023. Les meira um bøkurnar niðanfyri.

 

  1. Motorsúkklan

Stuttlig myndabók um tveir smádreingir, sum elska at rokast í garasjuni. Richard H. Johansen hevur skrivað, og Hans Niclasen hevur teknað myndirnar.

Les meira um bókina HER.

  1. Flytifuglar

Krimiskaldsøga til børn um 11 ára gomlu Mai í Vestmanna. Mai hevur tailendska mammu, og eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Elin á Rógvi hevur skrivað.

Les meira um bókina HER.

  1. Toran gongur

Eitt hús, fýra húski og ein hending, sum broytir alt. Ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda. Rakel Helmsdal hevur skrivað og myndprýtt.

Les meira um bókina HER.

  1. Kular og knáar KÍ-kvinnur

Faktabók um KÍ-kvinnur. KÍ er fremsta kvinnuliðið í fótbólti í Føroyum. Síðani ár 2000 hava tær bláu úr Klaksvík verið einaráðandi í bestu kvinnudeildini. Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Les meira um bókina HER.

  1. Mamma og eg og orðini

Flott og roksut bók um orð. Orð eru ikki bara orð. Og mamma er ikki bara mamma. Mamma mín og eg og orðini eru eisini myndir og kustar og augustar. Lydia Didriksen hevur skrivað, og Edward Fuglø hevur myndprýtt.

Les meira um bókina HER.

  1. Mín jólabók 2023

Jólabókin er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Rakel Helmsdal hevur skrivað adventssøguna.

Les meira um bókina HER.

  1. Heimurin hjá Rosu 1, 2 og 3

Lydia Didriksen hevur skrivað, og Jón Sonni Jensen hevur myndprýtt bøkurnar um kettuna Rosu við skemtiligum og elskuligum djórum og vøkrum, litríkum myndum.

Les meira um bøkurnar her: Grannalagið, Á veiðiferð og Rosa er ill.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni