Venja býr á einum stórum slotti saman við pápa sínum. Einasti vinur hennara er Inga, barnagentan. Men Inga er horvin. Ein dagin sníkti hon seg inn í skógin, og síðani hevur eingin sæð hana. Venja hevur sett sær fyri at finna Ingu. Líkamikið hvat. Men hon megnar tað ikki einsamøll …
Røðin um Venju er eitt lættlisið ævintýr. Tað er gandakent og spennandi við døprum loynidómum. Venja 1. partur – Paktin er fyrsta av seks bókum.
Bókin er bláur krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.