Tóra og Sigga og Sára eru vinkonur. Bestu vinir. Altíð og alla tíðina. Dag og nátt.
Ein mikudag byrjar Emma í barnagarðinum hjá Tóru og Siggu og Sáru.
Tóra og Sigga og Sára er væl egnað bók at tosa um vinaløg – heima og í barnagarðinum.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav samrøðubókina út í samstarvi við Føroyar lesa. Við støði í myndabókini hevur Sissal M. Rasmussen skrivað eina samrøðuvegleiðing, sum kann lesast HER.