Spøkilsisvinur 2 – Dukidreygur

Michelle Tolo

Kom við Magnusi og Sagu á nýggjar ævintýraferðir!

Í einum elligomlum mynti, sum Magnus hevur fingið frá pápa sínum, býr spøkilsið Gimli. Magnus og Saga mugu hjálpa honum leysum og samstundis ansa sær fyri dukidreygunum, sum krógva seg í Valladali. Tey mugu ikki spilla tíðina …

Dukidreygur er onnur bókin í røðini Spøkilsisvinur og snýr seg um gandakendar verur, gomul loyndarmál og eitt heilt serligt vinalag. Júst til tín, sum dámar spenning og ævintýr!

Bókin er lilla krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2025
  • Michelle Tolo
  • Kristianna Poulsen
  • Norskt
  • Michelle Tolo
  • ævintýr, spøkilsi, vinalag
  • 112
  • Krabbabók
  • 978-99972-3-046-1
Ein loysn frá Sendistovuni