Lívið hjá Astrid átti at snúð seg um ball, vinir og dreymar um framtíðina, men stórasystirin Cecilia hevur angist, og tað ávirkar alla familjuna. Øll kýta seg fyri at fáa Ceciliu gjøgnum ta seinastu tíðina í 3.g – serliga Astrid, sum vil gera alt fyri systrina.
Men tá Astrid verður forelskað í einum dreingi, tyngist hon samstundis av ringari samvitsku. Hon má spyrja seg sjálva: Er tað yvirhøvur gjørligt at velja seg sjálva uttan at missa okkurt ella onkran á leiðini?
Skamtalop er ein søga um tær elalítlu rørslurnar, sum reka okkum longri og longri frá hvørjum øðrum – ella nærri. Tær rørslurnar, sum hava øgiliga stóra ávirkan á okkara tilveru. Og sum, tá av tornar, kunnu gera av, um vit tora at leypa út í lívið.