Royn altíð at siga sannleikan – men allir sannleikar noyðast ikki at verða sagdir.
Lisa veit, at hon og Sandra ikki kunnu vera vinir longur. Tað er alt ov vandamikið, tí at Sandra er dóttir Wolfgang, versta brotsmannin í søguni hjá Rosenhill! Men tá ið Sandra biður Reyða skort um hjálp at vitja pápan í fongslinum, kann Lisa ikki siga nei. Eitt barn má sleppa at vitja foreldrini, og Wolfgang er undir eftirliti alla tíðina, so einki kann ganga galið. Ella?
Handbók fyri superhetjur er væl umtókta røðin úr Svøríki. Hetta er tíggjundi partur um superhetjuna, Reyða skortin, og vinir hennara.
Bókin er lilla krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.