Ávaringin er farin í gongd á Arktis. Um felagsskapurin á Krypto ikki fær sjóskrímslini aftur í trygt sjóøki, er stórur kjansur fyri, at nógv skrímsl nú verða uppdagað. Krypto hevur brúk fyri at fáa hjálp frá Ofeliu. Men tað eru ikki bara Ofelia og Bernard, sum fara við Dalis norð á Arktis. Stjórin á sjósavninum og World Zoo koma aftan á teimum, teir leita eftir onkrum nýggjum at vísa fram.
Tað verður ein hendingarík og ísakøld rannsóknarferð. Eitt nýtt, risastórt sjóskrímsl kemur undan kavi, og Ofelia finnur eisini spor eftir síni egnu familju og fortíð.
Djúpfryst er fimta bókin í røðini Krypto.
Bókin er reyður krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.