Talandi tómleiki

Kinna Poulsen

„Har er eingin planur. Mín arbeiðsháttur er møguliga ávirkaður av, at eg byrjaði sum myndprýðari. Tað byrjar kaotiskt við onkrum orði ella figuri, onkuntíð blívur tað til nakað, ofta ikki.“ – Bárður Oskarsson

Í Talandi tómleika viðger Kinna Poulsen myndabøkurnar hjá Bárði Oskarsson og lýsir hann sum listamann.

Bókin er serliga ætlað undirvísingini í lærugreinunum myndlist og føroyskum í hádeild í fólkaskúlanum og á miðnámi. Men eins og bøkurnar hjá Bárði Oskarsson eru í fleiri løgum, sum eisini vaksin kunnu fáa nógv burturúr at lesa, so er Talandi tómleiki eisini viðkomandi fyri tey, sum hava almennan áhuga í list og bókmentum.

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2025
  • Kinna Poulsen
  • Føroyskt
  • Bárður Oskarsson o.fl.
  • myndlist, myndprýðing, bókmentir
  • 112
  • Innbundin
  • 978-99972-2-470-5
Ein loysn frá Sendistovuni